Men Sjálvstýrisflokkur hevur boðað frá, at málið verður lagt fyri tingið aftur í heyst
Hóast uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum um at seta bann í móti muslimskum klædnapløggum sum burka og niqab, ið varð lagt fyri Løgtingið 7. mars í ár, datt burtur, tí tað ikki kom til viðgerðar áðrenn løgtingið fór heim í summarfrí, so er tað enn ikki lagt fyri tingið aftur.
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, hevur boðað frá, at uppskotið kemur aftur í tingið »í heyst«.
Um vit umrokna donsk tøl til føroysk tøl og taka sum givið, at lutvíst eins nógvar muslimskar kvinnur eru í Føroyum sum í Danmark, so er vandin ikki stórur fyri at møta eini kvinnu í slíkum búna í Føroyum. Í Danmark verður mett, at millum 150 og 200 kvinnur nýta slík klædnapløgg. Umroknað til føroysk viðurskfti, so er talan um umleið eina til tvær kvinnur í Føroyum. Og tá vit vita, at lutvísi parturin av muslimskum kvinnum í Føroyum er væl minni enn í Danmark, so er »vandin« tilsvarandi minni.
Kortini heldur Sjálvstýrisflokkurin, at bannið skal setast í gildi sum skjótast, »áðrenn tað verður veruleiki í Føroyum«.
Úti í heimi eru nøkur lond, sum hava bannað hesum pløggum, og nú um dagarnar hevur Algir bannað burka og niqab á arbeiðsplássinum.
Her eru nøkur av londunum, sum hava sett í gildi bann ímóti muslimskum klædnabúnum.:
– Sveis:
Í september í 2018 samtyktu íbúgvarnir í landnyrðingslandspartinum St. Gellen eitt uppskot til bann ímóti øllum »andlitsfjalandi klæðum« í almenna rúminum. Tað var gjørt eftir at kantonin Ticina í 2016 samtykti eitt líknandi bann.
– Danmark:
1. august í 2018 varð bann sett fyri klædnapløggum, sum fjala andlitið, á øllum almennum støðum. Fyrsti brotið verður revsað við 1.000 kr í bót. Upphæddin hækkar til 10.000, um brotið verður endurtikið.
– Kina:
1. apríl í 2017 setti landið forboð ímóti fullskeggi og burka í landspartinum Xinjiang, har ein stórur partur av muslimsku uighuraum búgva. Í lógini stendur, at »abnormur« hárvøkstur og klæði, sum fjala allan kroppin og andlitið, eru bannað.
– Bulgaria:
Bulgarska tjóðartingið samtykti í september í 2016 eitt bann ímóti at bera í burka á almennum støðum. Í Bulgaria kostar tað eina bót upp á 200 lev – umleið 767 krónur – at fremja brot á bannið.
– Letland:
Landsins miðhøgrastjórn, sum tók við í februar í 2016, hevur gjørt av at seta bann ímóti muslimskum turrukløðum, sum gera, at tú ikki sært, hvør ber klæðið – bæði burka, sum fjalir alt andlitið, og niqab, sumbara vísir eyguni.
– Sveis:
Italskttosandi katónin Ticino í Sveis setti í 2013 bann ímóti sløri, sum fjalir andlitið. Sambært kritikarum eru so fáar kvinnur, sum ganga í burka og niqab í økinum, at lógin er meiningsleys.
– Belgia:
Síðani 2011 hevur tað verið bannað at bera klæði, sum fjalir anditið í almenna rúminum. Tað snýr seg bæði um burka og niqab. Revsingin er bót upp á umleið 1.400 krónur ella sjey dagar í fongsul.
– Frankaríki:
Eisini í Frankaríki hevur tað síðani 2011 verið bannað at vera í klæðum, sum fjala andlitið í almenna rúminum. Tað snýr seg bæði um burka og niqab. Revsinsin er bót upp á umleið 1.350 krónur og eitt tvungið skeið í »fronskum virðum«.
– Italia:
Ein lóg frá 1931 bannar einhvørt klædnaplagg, sum forðar tí sum er í klæðunum í at verða afturkendur. Hóast lógina hava lokalu myndugleikarnir í ávísum økjum loyvt burka.
Keldur: in.fo.
Quartz, BBC, The Guardian, AFP.
/ritzau/