Einki broytist við upsaveiðini

- Fiskiskapurin eftir upsa er fyri tað mesta smáligur. Soleiðis ljóða fráboðaninar viku eftir viku.

Øll partrolarapørini uttan tvey eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er fyri tað mesta smáligur, men okkurt parið hevur brúkiligan fiskiskap.

 

- Tvey partrolarapør eru farin vesturum at fiska tosk og kongafisk. Hinvegin liggja allir djúpvatnstrolararnir.

 

Um teir smáu trolbátarnar, vita tey á Fiskmarknaði Føroya í dag at siga, at tríggir fiska havtasku. Ein kemur inn at landa mánadagin, og hinir báðir koma inn at landa seinni í vikuni.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men veiðan eftir havtasku er lítil, verður lagt aftrat.