Kanadisku myndugleikarnir hava sett fólki forboð fyri at brosa, tá passmyndir verða tiknar av teimum.
Ikki tí, tað er heldur ikki loyvt at vera múlatrútin á passmyndini. Fólk skulu stutt sagt síggja út, sum tey eiga at síggja út, siga myndugleikarnir. Men talskvinnan hjá passmyndugleikunum, Suzanne Meunier, sigur við blaðið Globe and Mail, at tað er ikki altíð so lætt at taka dagar ímillum, um myndin nú er í lagi ella ikki.
Men tað er ikki bert eitt bros, sum kann geva fólki trupulleikar. Muslimskar kvinnur ganga vanliga við turriklæði, sum fjalir ein part av andlitinum, men kanadisku myndugleikarnir siga, at her má átrúnaðurin víkja, tí passmyndin skal vísa alt andlitið.