Síðstu tíðina hava serliga Champions League vinnararnir úr Liverpool verið nevndir sum ein komandi arbeiðsgevari hjá Torres, men presidenturin í Atletico Madrid, Enrique Cerezo, sigur, at teir einki boð hava fingið upp á talentfulla áleyparan. – Allir spælararnir hjá Atletico Madrid kunnu keypast úr sáttmálanum, so vit kunnu einki gera, um rætta boðið kemur. Men vit hava einki boð fingið upp á Torres, heldur ikki frá Liverpool.










