Einki ber til hjá Drátti

Kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági eru framvegis aftastar á stigatalvuni við tveimum stigum, og tað bøtti ikki um støðuna, at liðið tapti tvær ferðir í vikuni, sum fór

Ikki hevur ligið væl fyri hjá Drátti í vetur. Liðið er niðast í Eik-liguni hjá kvinnum og hevur bara fingið tvey stig. Dráttur hevur vunnið 15 sett í sínum 12 dystum higartil, men tey hava fordeilt seg soleiðis, at bara tann eini sigurin er komin burturúr.
Í farnu viku hevði spældi Dráttur á Giljanesi ímóti KÍF, ið er triðniðast, og hóast Dráttur fekk góða byrjan og vann fyrsta sett, fór KÍF avstað við tveimum teimum næstu, áðrenn Dráttur kom afturíaftur og tók fjórða sett. Men í fimta og avgerandi settinum vóru tað kvinnurnar úr Kollafirði, ið vóru meira avgjørdar og vunnu.
Aftur í gjár skuldi Dráttur so á vøllin, hesa ferð á útivølli á Kambsdali ímóti ÍF, men heldur ikki hesa ferð fekst nakað burturúr. ÍF hevði munin øll trý settini og vann trygt 3-0, so støðan hjá Drátti batnaði einki um vikuskiftið, meðan ÍF í sínum lagi liggur trygt í miðjuni.