Føroyar-Finnland 25-17 (10-12):
Larnaca, Cypros: Eina løtu fyri steðgin, var føroyska liðið aftur ávegis móti tí ógjørliga.
Finnland hevði annars byrjað dystin væl betur enn okkara, og so hvørt sum kanónirnar komu í skotstøðu, tóktist talan bara vera um ein avgreiðsluspurning fyri teirra viðkomandi.
Spakuliga komu okkara tó fyri seg. Verjan kom av álvara upp at koyra, og tá málini so eisini komu, stóð brádliga javnt á máltalvuni. Í fleiri minuttir stóð her 8-8, men hóast okkara hesa longu løtuna hildu fast í verjuni, so var sjónligt, at saftin og kraftin var farin úr álopinum.
Útbrendir lyklaspælarar
Og so var í veruleikanum ikki so nógv eftir at gera hjá okkara kvinnum. Finnland hevði havt eina munandi lættari hálvfinalu, har tær spældu móti Stórabretlandi. Ein dystur, har Finnland alt fyri eitt kom á odda 11-2, fyri síðani at tveta b-røðina av spælarum inn. Tann møguleikan áttu føroysku venjararnir ongantíð, og slitið á lyklaspælarar gjørdist alt meira sjónligt, sum dysturin leið.
Og seinna hálvleik var uppi. Okkara gentur høvdu tá givið alt tað, sum tær áttu, Teknsiku villurnar gjørdust alt fleiri í tali, og eyðkenda kontraspælið hjá Finnlandi fekk veruliga ferð á. Íalopspartinum varð øll ábyrgd løgd á Rebeku Justinussen í vónini um, at hon enn einaferð kundi høgga avgerandi bóltarnar heim, men finsku genturnar høvdu sjónliga gjørt sítt heimaarbeiði, soleiðis at skothóttanin aloftast varð tacklað, áðrenn tað veruliga gjørdist vandamikið.
Góvu alt
Hóast talan at enda gjørdist um greitt tap, so kundu føroysku kvinnurnar væl og virðiliga vera nøgdar við tað, sum tær løgdu í finaludystin. Tær av spælarunum, sum eisini eru lyklaspælarar hjá Stjørnuni og Neistanum, høvdu, tá finalan var av, spælt átta krevjandi dystir innan 11 dagar, og tað merktiskt. Hetta undirstrikar kanska, hvussu óheppið tað var, at somikið stutt var ímillum FM-finalurnar á kappingina á Cypros.
Skal takast saman um ferðina, so er tó eingin ivi um, at hesin varð bjargaður leygardagin. Tað, sum hótti við at líkjast eini reinari katastrofu, varð vent í hálvfinaluni móti Bosnia, og so kundu okkara ikki gera stórt meira.
Fakta um dystin
Føroyar-Finnland 17-25 (10-12)
10 min: 1-5
20 min: 7-8
40 min: 11-15
50 min: 14-21
Føroyskir málskjúttar: Unn Kragesteen 4, Rakul Augustinussen 3(3/3), Durita Christophersen 2, Ninna K. Johansen 2, Rebekka Justinussen 2, Durita Ljósstein 2, Fríða Marjunardóttir 1, Una Olsen 1, Fríða Petersen, Anja Heinadóttir, Joan M. Djordjevic, Anna Kristina Samson, Simona Hansen
Brotskøst: Føroyar 4 (Unn Kragesteen 0/1, Rakul Augustinussen 3/3), Finnland 1/1
Útvísingar: Føroyar 1 (Anja Heinadóttir 1)