Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at serfrøðingarnir eru farnir av landinum aftur, og nú ganga helst nakrar vikur, áðrenn nøkur endalig niðurstøða fyriliggur.
Hava staðfest arnarstaðið
- Kanningarnar hjá donsku serfrøðingunum hava onga ábending givið um, at eldurin var ásettur. Sjálvur fýrstaðurin ella arnarstaðið, sum vit eisini rópa tað, er funnin, men hvør orsøkin til eldin var, er ikki staðfest enn, sigur Jón Klein Olsen.
Varapolitiinspektørurin leggur afturat, at talan kann verða um eitt skammlop av einum ella øðrum slag, men at tað ganga nakrar vikur, áðrenn nakað nýtt verður at frætta hesum viðvíkjandi.










