- Tað eru ongar ábendingar um, at islamiskir brotsmenn standa aftan fyri álopið á keypsmiðstøðina Olympia-Einkaufszentrum í kvøld.
Tað sigur ein talsmaður fyri løgregluna í München á tíðindafundi. Løgreglan kann heldur ikki vátta, at talan er um yvirgang, men at talan í løtuni er um "akutta terror-støðu", sum tikið verður til.
Í minsta lagi seks fólk eru deyð, og eitt ókent tal eru særd undir skjótingini. Tað váttaði týska løgreglan fyrr í kvøld.
Jagstranin eftir brotsmanninum ella brotsmonnunum er framvegis í gongd. Løgreglan hevur sprerrað partar av motorvegnum runt um í økinum og heitir á fólk um at halda seg burtur frá teimum stóru vegunum.
Hvørki tok,- buss-ella sporvognar koyra á München-leiðini, og løgreglan heitir á fólk í økinum um at halda seg innandura.