Einki avgjørt á Flemmish Cap

- Vit hava orða eina kunngerð um fiskiskap á Flemmish Cap, og hon hevur verið til hoyringar. Tá hon verður kunngjørd, verður møguligt hjá skipum úr bólki tvey og trý at søkja um at fáa loyvi, sigur Jacob Vestergaard.

Tað hevur anars verið frammi, at loyvini longu vóru útlutað til ávís skip, men so er ikki.

- Eg veit av góðum grundum einki um, hvør fer at fiska á Flemish Cap enn, tí enn er kunngerðin ikki lýst, og tí veit eg heldur ikki, hvør fer at søkja um fskiloyvi við Flemmish Cap, sigur Jacob Vestergaard.

Nakað annað er so, at tað er hugsandi, at atlit verður tikið til, hvørji skip hava møguleika at frysta umborð.

- Nú fáa vit at síggja. Fyribils mugu vit so bíða eftir umsóknunum, sigur Jacob Vestergaard.

Kunngerðin er orðað soleiðis, at verður áhugin fyri at fiska við Flemmish Cap ógvuliga lítil, ber til hjá øðrum skipabólkum at søkja.

- So alt er rættiliga opið en, sigur Jacob Vestergaard.

Flakatrolararnir hava verið frammi við mótmæli um, at fiskaríið við Flemmish Cap verður latið øðrum skipabólkum. Men har er Jacob Vestergaard ikki heilt samdur.

- Flakatrolararnir hava sítt heimabeiti í Barentshavinum, og har skuldi verið nóg mikið til teir. Heimaflotin hevur tað tungt, og fiskastovnarnir undir Føroyum, serliga toskur og hýsa, eru illa fyri, so tað er ein kombinatión av at hjálpa trongda heimaflotanum og hjálpa sperdu fiskastovnunum, at skip úr bólki tvey og trý nú fáa møguleikan við Flemmish Cap, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.