Í dag er parlamentsval í Bretlandi, og eygleiðarar eru á einum máli um, at hetta er tað mest spennandi valið í mong ár. Sambært teimum seinastu meiningakanningunum hava meiri enn tvær milliónir veljarar ikki gjørt av, hvønn tey fara at velja, og tí stríðast flokkarnir um hvørja einastu atkvøðu.
Tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at tann konservativi flokkurin verður tann størsti, men at arbeiðaraflokkurin hevur togað seg inn á hann teir seinastu dagarnar, samstundis um liberaldemokratarnior eru dragnaðir.
Tann serliga bretska valskipanin ger, at einki er avgjørt enn. Eitt nú vísir ein kanning, at tann konservativi flokkurin fær flestar atkvøður, men at arbeiðaraflokkurin fær flestar tinglimir.
Tí verður bíðað við spenningi eftir uppteljingini í kvøld.










