Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sigur, at enn er ikki endaliga greitt, um Jón Rói er tøkur til dystin.
- At byrja við bóru tey í AaB ótta fyri, at talan kundi vera um okkurt brot í fótinum, eftir at Jón Rói keikti fótin undir venjing.
- Somikið álvarsligt er tað tíbetur ikki, og vit vóna, at hann verður førur fyri at spæla. Endaliga avgerðin um, hvørt Jón Rói er við í hópinum ella ikki, verður helst ikki tkin fyrr enn leygarkvøldið, sigur føroyski landsliðsvenjarin.