-Einki at taka støðu til

Í farnu viku nevndu báðir stjórarnir í ávíkavist Føroya Banka og Føroya Sparikassa møguleikan, at tað almenna gjøgnum Framtaksgrunnin fór inn í alivinnuni, og veitti vinnuni eitt kapitalinnskot.
Framtaksgrunnurin hevur í dag stóran part av sínum peningi í fiskivinnuni. Grunnurin bjargaði upprunaliga bæði Føroya Fiskavirking og Fiskasøluna frá at fara á húsagang. Hóast báðir peningastovnarnir hava víst á møguleikan hjá alivinnuni at fáa hjálp frá Framtaksgrunninum, sigur formaðurin, Dagmar Joensen, at enn er einki ítøkiligt at taka støðu til.
? Vit fylgja sjálvsagt hvat verður ført fram í bløðunum um kreppuna í alivinnuni, men so leingi vit ikki hava fingið nakað ítøkiligt á borðið, so er einki at taka støðu til, sigur Dagmar Joensen.