Einki at skriva heim um

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag væntar, at mánadagin byrja realitetsamráðingarnar við Fíggjarmálastýrið. Tað er spurningurin um arbeiðstíð, sum sambært fyribilssemjuni skal avgreiðast nú

- Í grundini er einki at skriva heim um, sum tikið verður til, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, tá hon verður spurd um gongdina í samráðingunum við lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum.

- Sambært fyribilssemjuni frá í fjør, so skal punkt 5, ið snýr seg um arbeiðstíð, avgreiðast áðrenn 15. januar, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Veruligar samráðingar

Til samráðingarnar í fjør komu partarnir bert fram til eina fyribilssemju. Partarnir skuldu hittast aftur í vár.

Partarnir hava havt fyrstu fundirnar og hava lagt fram síni sjónarmið.

Fundur er avtalaður at verða aftur mánamorgunin og væntar Elsa Birgitta Petersen, at farið verður undir veruligar samráðingar mánadagin.

Føroya Lærarafelag hevur lagt stóran dent á, at skal arbeiðast eftir nýggju fólkaskúlalógini, so skal tíð vera til neyðuga umsiting og ráðlegging. Hetta er mett at kosta einar 18 milliónir krónur.

- Arbeiðstíð og ymsu uppgávurnar skulu avgreiðast í seinasta lagi 15. januar, sambært fyribils semjuni. Annars er ikki stórvegis at viðmerkja, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, sum skal til samráðingarborðið mánamorgunin klokkan 10:00.