?Yvirhøvur hevur tað gingið hampiligt.
Stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, sigur, at tað fyribils hevur tað ikki verið tann ruðuleikin í suðuroyarsiglingini, sum nógv høvdu frykta fyri, nú enda ferjan, Claymore, er sett at søkja rutuna ímeðan Smyril er á beding.
?Men sjálvandi hevur mangt og hvat verið, sum ikki er gingið eftir vild, men yvirhøvur hava tær fyrstu royndirnar gingið hampiliga.
At hann hevur rætt í, at alt ikki hevur gingið eftir vild, skilst eisini av tí, at í gjár var at kalla telefonstormur á Strandferðsluni, so tað var sera trupult at sleppa ígjøgnum í telefonini.
?Tað er Claymore, sum fólk ringja um, segði ein telefondama í eini stuttari viðmerking.
Hon segði, at summi ringdi at spyrja, onnur kærdi seg um, at tey kendi eg illa viðfarnan, tí tey vóru ikki sloppin við og uppaftur onnur ringdi beinleiðis at skeldast.
Reidar Nónfjall sigur, at tað var ikki annað enn væntandi, at ymsar óhepnar støður fóru at taka seg upp, tá ið bæði ferðafólk og vinnulív so brádliga skulu venja seg við eitt skip, sum bara hevur helvtina av tí kapasiteti, sum Smyril hevði.
? Tað er onki at siga til, at fólk verða ill, tá ið tað ikki gongur eftir vild og tey ikki sleppa aftur og fram, sum tey vilja. Tað er ein púra natúrlig reaktión,
Men Strandferðslustjórin sigur, at tey flestu, sum ringja, hava onkrar spurningar, sum tey so fáa svaraðar.
? Og yvirhøvur eru fólk stak hampilig at hava við at gera, hóast støðan er forargilig. Og tey, sum eru eitt sindur heit, sissast eisini sum allaroftast, tá ið vit hava greitt teimum frá, hví støðan bleiv sum hon er blivin. Tað er nevniliga tí, at vit fingu ikki pening játtaðan frá løgtinginum í nóg góðari tíð til at vit kundu útvega eitt meiri hóskandi avloysaraskip fyri Smyril, sigur Reidar Nónfjall.
Hann leggur afturat, at støðan er ikki bara óheppin hjá ferðafólki og vinnulívi. ? Hetta er eisini stak óheppið hjá Strandferðsluni, tí tann óvissan, sum hevur tikið seg upp, krevur rættiliga stóra eyka arbeiðsbyrðu, fyri at fáa pusslispælið at ganga upp sum frægast
Royna sum frægast
Og Strandferðslan roynir alla tíðina at finna loysnir fyri at fáa tað at ganga sum frægast.
Eitt nú hevur verið funnist at, at suðuroyingar ikki sleppa við flogfarinum fýra dagar um vikuna, tí Claymore er so seint á Havnini.
?Hendan trupulleikan hava vit loyst við at seta ein lítlan buss í rutu til suðuroyingar burturav, sum skulu við flogfarinum. Hesin bussurin kemur væl skjótari fram enn tann stóri, so tað gongur, um Claymore ikki er ov nógv seinkað.
Hendan loysnin varð roynd longu í gjár við góðum úrsliti.
Nakrir bilar eftir
Tá ið hesar reglur verða skrivaðar, hevur Claymore siglt tríggjar túrar ímillum Havnina og Suðuroynna.
? Fyrsta túrin, týskvøldið, var biladekkið fult og nakrir bilar stóðu eftir.
Millum teirra var mjólkarbilurin, so suðruoyingar fingu onga mjólk í gjár. Men hann slapp so suður á miðdegi í gjár, so mjólkin kom í handlarnar út ímóti kvøldinum.
Tá skal eisini havast í huga, at hetta var einasti túrur suður týsdagin, so farmurin var serliga nógvur.
?Á túrinum av Drelnesi til Havnar var hinvegin pláss fyri einum trimum bilum afturat umborð og á túrinum suðuraftur á miðdegi í gjár, var pláss fyri átta bilum afturat.
Ferðafólkatalið hevur verið lítið, ímillum 27 og 84 ferðafólk við hvønn túr.
Reidar Nónfjall sigur, at ein frágreiðing er uttan iva tað, at fólk setast aftur, tí tey vænta ikki at sleppa við, og í hvussu so er, lata tey bilin standa.
?Fólk laga seg til umstøðurnar og tað ger, at tað gongur so frægt, sum tað ger.
Annars stendur vikuskiftið fyri stavni nú og strandferðslustjórin er spentur upp á, hvussu tað fer at gangast, tí tað er ongin ivi um, at tað verður ein fløskuhálsur, ikki minst, tá ið hugsað verður um, at eisini fríggjadagurin er heilidagur.
Annars ber til hjá teimum at, sum hava serligan tørv, at bíleggja pláss við Claymore.
? Talan kann vera um fólk, sum skulu við Norrønu við bili. Talan kann eisini vera um vinnulívsfólk, har tað fær avleiðingar, um tey ikki sleppa við, ella tað kunnu vera onnur dømi.
? So fer tíðin at vísa, um tað er skilagott at víðka hesa tænastuna til eisini at umfata persónbilar og farm yvirhøvur.
Reidar Nónfjall sigur, at er tað nakar, sum hevur serligan tørv, eru tey vælkomin at ringja.
? So royna vit at loysa trupulleikan, um tað ber til.
Vita, hvussu leikur fer
Annars er reidar Nónfjall ikki uttan víðari sinnaður til at lata Claymore sigla ein túr afturat, so at hon siglur ein farmatúr um náttina.
? Lat okkum nú fyrst síggja, hvussu tað gongur, áðrenn vit leypa framav.? Men verður tað heilt galið, eru vit sinnaðir at hyggja uppá tann møguleikan við positivum eygum eisini, sum hann málber seg.










