Einki at rafla um í Runavík

Tað er eingin dramatikkur í Runavík, og tað er einki, sum bendir á, at heimaliðið ikki skal vinna trivaligan sigur í oyggjauppgerðini ímóti ÍF.

Eftir ein tíma er NSÍ leiðslan 3-0. Triðja NSÍ málið skoraði Hjalgrím Elttør, sum var leystur mitt fyri eftir skjótt álop. Bogi Løkin spældi í høgru til Øssur Dalbúð, sum legði innfyri til Hjalgrím, ið var komin inn frá vinstru og setti bóltin í málið.