Í gjár fór størsta endurgjaldskrav í Føroya søgu av bakkastokki. Finansiel Stabilitet stevnir fýra lyklapersónum í gamla Eik Banka eftir endurgjaldi fyri teirra leiklut í kollsiglda bankanum, sum fór á heysin og varð loftaður av almenna, danska felagnum Finansiel Stabilitet 30. september í 2010.
Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður og Odd Bjellvåg, næstformaður, eru allir stevndir eftir stórum endurgjaldi. Somuleiðis er endurgjaldskrav reist móti grannskoðarafyritøkuni Nota og stjóranum har, Hans Laksá.
Finansiel Stabilitet vil ikki almannakunngera stevningina, men sum skilst er talan um eini 150 milliónir krónur.
Tað er eingin ivi um, at talan verður um eitt sera drúgt mál, sum í besta føri verður avgreitt næsta ár. Fyrireikandi rættarfundur var í gjár.
Stevningin byggir víðari á ta advokatfrágreiðing, sum Carsten Fode gjørdi fyri Finansiel Stabilitet, og sum var liðug í juni 2011.
Tann frágreiðing vísti á fleiri ivasom viðurskifti, sum nevnd og leiðsla í kollsiglda Eik Banka eigur at ábyrgdast fyri. Fode gjørdi eina líknandi frágreiðing um danska partin av Eik Banka, og eisini har verður peikað á ivasom viðurskifti, ið eiga at føra til endurgjaldskrav móti nevnd og leiðslu í tí partinum av Eik Samtakinum.
Les eisini: FS tekur stóru fiskarnar fyrst
Forstjórin, Marner Jacobsen, gongur aftur í báðum frágreiðingum, og hann hevur tí tvey endurgjaldskrav hangandi yvir sær.
Í dag, meira enn trý ár eftir skrællið, tvíheldur fyrrverandi forstjórin í Eik Banka framvegis um sína óskyld.
- Ja, vit høvdu stór tap í Danmark, og tað vóru vit sum læntu pengarnar út. Men vit meta okkum framvegis at hava gjørt tað, ið vit skuldu, sigur Marner Jacobsen.
Fyrrverandi forstjórin hevur tó lítlan og ongan hug at grundgeva fyri sínum sjónarmiði.
- Eg havi fingið eina stevning, sum eg má fyrihalda meg til. Men eg haldi fast um, at stevningin er full av misskiljingum og ”fordreyningum”, sigur Marner Jacobsen, sum tó ikki fæst at útgreina, hvat hann meinar við:
- Nei, talan er um eina drúgva stevning, sum vísir til eina røð av ymiskum viðurskiftum. Hana skal eg svara uppá, og tað verður gjørt í rættinum, sigur Marner Jacobsen.
At hjálpa sær við tí hevur hann fingið danska advokatin Søren Lundsgaard, sum her í Føroyum millum annað var við í sonevnda skipamálinum fyrst í nítiárunum.
Sambært fyrrverandi forstjóranum er tað ein natúrlig og einføld orsøk til, at hann hevur danskan advokat.
- Eftir at hava spurt meg fyri mátti eg bara staðfesta, at stóru, føroysku advokatvirkini eru øll ógegnig til at føra eitt slíkt mál, sigur Marner Jacobsen.
Les meira um endurgjaldskravið móti lyklapersónum í gamla Eik Banka í Sosialinum. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.










