Einki at gera á Eystanstevnu

Eystanstevnan spældi ógvuliga friðarliga av. Møguliga var tað tað ringa veðrið, ið gjørdi sítt til, at løgreglan hevði minni at gera enn vant á stevnum.
Løgreglan tók leygarnáttina tveir bilførarar, ið koyrdu ávirkaðir, og hesir missa helst koyrikortið. Tilsamans tríggir mans vóru so ávirkaðir, at teir máttu sova rúsin av í klivanum í Runavík.