Í morgin 1. januar byrjar Marjan Nielsen á Nesi sum barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hon luttekur á fyrsta tiltakinum longu sama dag.
Marjan hevur drúgvar royndir innan kirkjuligt arbeiði, serliga innan barnaarbeiði.
Nevnast kann, at hon hevur staðið á odda fyri Útimissiónsarbeiðinum í missiónshúsinum á Toftum í yvir 25 ár.
Í sambandi við at Marjan byrjar í nýggja starvinum, kemur hetta at seta sín dám á møti í missiónshúsinum á Toftum nýggjársdag kl. 18.
Tá fer streingjakórið at syngja, og biðið verður fyri Marjan. Aftaná verður drekka, har møguleiki verður at heilsa uppá Marjan.
Tað er Kirkjuliga Heimamissiónin, sum setur Marjan í starv.