Einki arbeiði til ungar handverkarar

Teir ungu múrararnir og timburmenninir í Keypmannahavnarøkinum eru hart raktir av kreppuni. Umleið helvtin av arbeiðsleysum múrarum, timburmonnum og bygningsnikkarum í Keypmannahavn eru undir 30 ár.

Millum múrararnar eru 49 prosent undir 30 og hjá timburbransjuni eru 44 prosent undir 30.

Ein partur av teimum ungu og arbeiðsleysu fara undir víðari lesnað, men onnur fara til aðrar starvsgreinar, oftast sum óyrkislærdir.