Hvat ger tú, tá tú ikki arbeiðIr her?
Eg eri heimagangandi við mínari eitt ára gomlu dóttur. Hon er nakrar tímar um dagin í barnagarði.
Hví er tú heimagangandi?
Eg eri útbúgvin tannrøktari, men eg fái einki arbeiði í Føroyum. Tannlæknarnir drukna í arbeiði, men vilja ikki geva nakað frá sær.
Visti tú, at tað fór at verða torført at fáa arbeiði?
Nei, eg roknaði faktiskt við, at eg skuldi fáa arbeiði beinavegin eg kom heim.
Fer tú at finna tær nakað annað?
Ja tað verði eg nokk noydd til. Ella fari eg at opna egið virki og seta ein tannlækna í starv. Beiggi mín lesur til tannlækna, so kanska fara vit at finna upp á okkurt saman.
Hvussu ber tað til, at tit bæði fáast við tenn?
Eg veit ikki, men vit hava ein tannlækna í familjuni, sum nokk hevur inspirerað okkum.
Hvørjum vil tú heilsa?
Eg vil fegin senda eina heilsan til dóttur mína Royðu Róaldardóttur.










