Einki ansingargjald í februar

Fleiri kommunur fara ikki at krevja ansingargjald fyri februar mánað

Tá verkfallið hjá pedagogunum byrjaði í desembur mánað, boðaðu kommunurnar frá, at foreldrini skuldu ikki rinda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa. Tí varð boðað frá, at tá verkfallið var av, skuldu foreldrini endurrindast fyri tað ansingargjald, tey høvdu goldið ov nógv.

 

Nú bleiv verkfallið avblást 15. januar, sum er júst ein mánað eftir at tað byrjaði. Leiðandi pedagogarnir fóru í verkfall 12. desembur og verkbann bleiv lýst 14. desembur. Tí boða fleiri kommunur í dag frá, at tær ikki fara at krevja nakað ansingargjald fyri februar mánað, og rinda soleiðis foreldrunum aftur á hendan hátt.

 

Fyribils hava Klaksvíkar og Vágs kommuna boðað frá, at tey loysa endurgjaldið á hendan hátt, men væntandi fara aðrar kommunur eisini at nýta hendan háttin.