- Einki annað stað í Havn til Nólsoyar Páll

Tað sigur listamaðurin Hans Pauli Olsen, sum gjørdi standmyndina

Hans Pauli Olsen, listamaður, heldur lítið um hugskotið hjá Boga Andreasen, býráðslimi, at flyta standmyndina av Nólsoyar Páll úr Vágsbotni.

 

- Tað ljóðar sum tað verður bara hugsað um pengar. Um mann setur seg inn í søguna, so veit mann, at tað er einki annað stað fyri Nólsoyar Páll í Havn, enn júst har hann stendur, sigur Hans Pauli Olsen, sum gjørdi standmyndina av Nólsoyar Páll fyrst í níti árunum.

 

Hans Pauli Olsen sipar til, at skipið hjá Nólsoyar Pálli, Royndin Fríða, plagdi at leggja at har sum standmyndin er, eins og handilin hjá Ryberg var í Vágsbotni. Handilin hjá Ryberg hevði einarætt frá kongi at hava umskipingargoymslu av vørum, sum skuldi til eitt nú Onglands og Írlands. Nólsoyar Páll stríddist sínar dagar ímóti einahandlinum og vildi hava fríhandil.

 

- Um hann endiliga skal flytast, so haldi eg, at mann kann fara til Klaksvíkar við honum, tí har búði hann og var bóndi. Nólsoy er sjálvandi staðið, har hann vaks upp og skal mann skal tosa um at seta nakað í Nólsoy av Nólsoyar Pálli, so eigur tað at endurspegla tíð hansara á oynni, sigur Hans Pauli Olsen.

 

Hann sigur víðari, at trappan í Vágsbotni hevur lagt afturat økinum á ein góðan hátt og tí kann mann væl gagnnýta økið, eisini við tiltøkum, uttan at flyta standmyndina. 

 

Hans Pauli Olsen heldur, at hetta er eitt evnið, ið átti at verði tikið upp og kjakast meir um.

 

- Danskarir royndu í 2004 at flyta standmyndina av Niels Juel*, sum stendur frammfyri Nationalbankanum í Keypmannahavn. Tá segði mann, at tað forðaði ferðsluni. Fyri tað fyrsta, so var standmyndin har áðrenn ferðsluna og tíbetur vórðu røddir frammi, sum kundu vísa á týdningin av standmyndini. Tí bleiv tað til endans góðtikið, at standmyndin hevði somikið stórt søguligt og mentanarligt virði, at hon bleiv standandi og ferðslan mátti rættast eftir tí. Tað kundi mann gjørt í Vágsbotni eisini, sigur Hans Pauli Olsen.

 

Hann sigur, at tá hann bleiv biðin um at gera standmyndina, var ætlan at taka alt økið í Vágsbotni í verkætlanina. Kreppa var tó í landinum fyrst í nítiárunum og tí bleiv øll verkætlanin ikki gjørd, men einans tað, sum er har nú.

 

Tørvur á einum breiðari kjaki um list í býnum

 

Hans Pauli Olsen sigur, at standmyndin av Nólsoyar Páll er ein av teimum fáu í býnum, sum er umhugsað sum verkætlan og sum stendur rætt. Hann heldur, at tað eru alt ov nógvar standmyndir í býnum, sum ikki eru hugsaðar nóg væl um og sum standa alt ov tilvildarliga.

 

- Til dømis tann við Hans Andrias uttanfyri sjónleikarahúsið. Fólk, sum minnast Hans Andrias siga, at hatta var ikki hann. Hatta líkist honum á útsjónd, men tað er ikki hann. Á sama hátt eru tað fleiri aðrar, sum ikki eru nóg gjøgnumførdar og summar eru næstan burtur í dag. Steinurin til minnis um V. U. Hammershaimb er eitt dømi. Hann er vekk í dag, sigur Hans Pauli Olsen.

 

Listamaðurin heldur, at heldur enn at tosa um at flyta standmyndir, so átti mann at sett fleiri. Hann sigur, at í flestu býum hugsar mann um list at prýða býin við og at siga søguna um býin. Eftir hansara metan átti tað at verið gjørt í Havn eisini.

 

 

* Niels Juel (1629-1697) var danskur admiralur. Hann er best kendur fyri at hava staðið á odda fyri donska flotanum,  tá teir vunnu ein bardaga í Køge víkini móti svenskarum. Tað var tann 1. juli í 1677.