Einki alternativ til verandi samgongu

Leygardagin 30. oktober hevði Sambandsflokkurin árliga heystfundin á Hotel Hafnia í Havn. Á fundinum varð litið aftur at farna árið, og gjørt var upp, hvat er fingið av skafti, nú fyrsta arbeiðsárið hjá sitandi samgongu skjótt er farið afturum

Heystfundur
Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum
Á fundinum varð ásannað, at einki al-ternativ er í løtuni á Føroya Løgtingi til verandi samgongu, tí meðan samgongusam-starvi gongur væl, so liggur andstøðan í innanhýsis stríði, og er tí ikki før fyri at taka yvir í landsins leiðslu.
Samgongan hevur sett sær nógv góð mál fyri, men ásannað verður, at fleiri av hesum ætlanum eru bráðneyðugar, og at tær tí mugu setast í verk skjótast til ber. Sum búskaparliga støðan í landinum er vorðin, er neyðugt, at tey tiltøk sum kunnu skapa búskaparvøkstur, verða sett í verk alt fyri eitt.
Sambandsflokkurin hevur fyrr, við góðum úrslitum, tikið við landsins leiðslu í bæði ringum og versnandi tíðum, og tað hevur hann aftur gjørt hesaferð. Flokkurin fer at virka fyri, at vælferðin verður ment, at vinnulívið verður styrkt og at Føroya fólk fær fjøltáttaðar møguleikar í altjóða høpi.
Í samgonguskjalinum verður víst á, at inntøkur skulu finnast við at privatisera almennar fyritøkur og ígjøgnum vinnupolitisk tiltøk. Tað má tí vera eitt krav til samgonguna, at nakað veruligt hendir á hesum økjum beinanvegin.
Nógv fyrireikingar-ar-beiði er longu gjørt, og tíðin má vera komin, hvar ið næsta stigið verður tikið.
Sambandsflokkurin trívist væl í samgongu, og flokkurin leggur stóran dent á framhaldandi at vera ein álítandi samstarvsflokkur, soleiðis at aðrir flokkar, bæði í samgongu og andstøðu, kunnu líta á, at Sambandsflokkurin heldur allar gjørdar avtalur.
Nógv fólk vóru komin saman á heystfundi Sambandsfloksins og hýrurin á fundinum var góður.