Eftir nýggju donsku heilsulógini kunnu kommunulæknar í Danmark arbeiða longur enn onnur i almennari tænastu. Men tá ið teir eru fyltir 73 ár, skulu teir ígjøgnum eina heilsukanning fyri at hava vissu fyri, at teir eru førir fyri at røkja sítt arbeiði. Hesa kanning skulu teir regluliga til.
Men henda regla er ikki í Føroyum. Nýggja danska heilsulógin hevur ikki gildi í Føroyum.
Í Føroyum er tí eingin avmarking fyri, hvussu leingi kommunulæknar kunnu halda fram við at arbeiða. Teir fáa ikki bræv, sum onnur almenn starvsfólk um, at teir skulu frá tann ella tann dagin fyri aldur við eftirløn.
Tvørturímóti verða kommunulæknarnir eggjaðir til at halda fram, eftir at teir eru farnir upp um 67 ár.
Í sáttmálanum frá 2008 stendur, at kommunulæknar, sum fara frá sum 67 ár gamlir, fáa eitt bonusgjald, men halda teir fram, til teir eru 70 ára gamlir, verður jaldið tað tvífaldaða.
Henda regla kom í orsakað av stóra trotinum á kommunulæknum, og tí at fleiri av verandi kommunulæknum eru komnir nakað upp í árini, upplýsir Heilsumálaráðið.
Nakrir av kommunulæknunum í Føroyum eru oman fyri 70 ára gamlir.










