Nú skal einkarrætturin hjá Rúsuni at selja vín, takast av. Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingð um at loyva matstovum, og fyritøkum, sum hava skeinkiloyvi, at innflyta sítt egna vín, uttan um Rúsuna. Treytin er kortini, at vínið ikki er sterkari enn 15 prosent, men tað merkir sostatt, at alt vín, sum vanliga verður drukkið aftur við mati, verður umfatað av nýggju regluni, og tað skal vera loyvisnevndin, sum skal geva teimum loyvi at innflyta vín uttan um Rúsuna.
Sostatt verður einkarrætturin hjá Rúsuni at innflyta og selja rúsevni partvís avtikin, men Rúsan varðveitir kortini einkarrættin, hon annars hevur í dag. Poul Michelsen sigur, at matstovuvinnan hevur fleiri ferðir víst á, at tey hava brúk fyri at hava eitt størri úrval av dygdarvíni at bjóða gestum sínum. Hann leggur afturat, at tað er eisini í samsvari við almenna ferðavinnupolitikkin at matstovurnar fáa møguleikan at innflyta vín sjálvar.
Matstovurnar, ella fyritøkurnar, sum fáa slíkt loyvi, kunnu síðani selja vínið, tey innflyta, antin til Rúsuna, ella til matstovur. Men ein fyrimunur hjá teimum er, at tá ið tær innflyta sjálvar, kunnu tær samráðast um nøgd og prís, og hetta kann gerast ein fyrimunur fyri vinnuna, sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið einkarrætturin hjá Rúsuni nú verður broyttur, verður tað eisini neyðugt at gera reglur fyri, hvussu innflutningur hjá øðrum skal fara fram, hvussu vínið skal goymast og útflýggjast, og hvussu eftirlit verður havt við vøruni. Eitt nú er tað umráðandi at ansa eftir, at óviðkomandi ikki sleppa fram at víninum
– Vínið kann antin goymast á goymslu hjá fyritøkuni sjálvari ella á frígoymslu. Verður vøran goymd á frígoymslu, verður hon tollavgreidd, so hvørt hon verður tikin út. Verður vøran goymd á goymslu hjá fyritøkuni, verður hon tollavgreidd, tá hon verður flutt av kajøkinum.
Poul Michelsen sigur, at mett verður, at inntøkan hjá Rúsuni fer at minka 1.350.000 krónur næsta ár, 1.480.000 krónur í 2020 og 1.620.000 krónur í 2021. Men samstundis verður avlopskravið hjá Rúsuni lækkað tilsvarandi.