Einir 80 - 100 hvalir lagt beinini í Sandavági

Seðlarnir koma út seinnapartin

Tað vóru eini 80 – 100 hvalir í grindini, sum var funnin tveir fjórðingar suður úr Presttanga tíðliga í morgun.

Grindin gekk í tveimum bólkum, men tað eydnaðist at reka hana inn á Sandavág, har hon varð hildin til fyri eini lítlari løtu síðani.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at nú verða hvalirnir sleipaðir inn á havnarlagið í Miðvági, har grindin verður merkt.

Tá ið grindin er merkt, verður støða tikin til, hvussu hon skal býtast, men seðlarnir koma út eina ferð seinnapartin, sigur sýslumaðurin.