Einir 25 hvalir løgdu beinini

Sea Shepherd var ikki til staðar, tá ein lítil grind legði beinini í Hvannasundi í morgun.

Ein lítil grind var í morgun funnin í Svínoyarfirði og stutt eftir klokkan níggju legði hon beinini í Hvannasundi.

 

Sýslumaðurin segði við Norðlýsið, at drápið gekk væl og friðarliga fyri seg, og grindin verður býtt í drápspartar. 

 

Í samrøðu við Kringvarpið segði sýslumaðurin, at eingi umboð fyri Sea Shepherd vóru til staðar.