Eini sethús í gerð

Sandur: Á fleiri støðum heima á Sandi eru fólk í ferð við at seta føtur undir egið borð. Eisini á einum staði tey nevna í Sandabrekkuni (myndin) er gongd í.

Har er ein grund í gerð til eini sethús. Tað er TJK-smíð, ið ger stoypiarbeiðið, skrivar heimasíðan bkv.fo. Grundin stendur niðanfyri vegin, har eini onnur hús standa, ið nærum eru klár at flyta inní. Fleiri grundstykki har eru seld.