Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða eitt sindur øðrvísi í ár enn vanligt, tí vit fara at halda jól á grønlendska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Tað sigur Hjørdis Viberg, sum býr í Grønlandi, men sum í løtuni er í sjúkuørindum í Danmark við manni sínum.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Her verður dunna við øllum tilhoyri. Vit eru eisini so heppin at hava havt vitjan úr Føroyum og hava fingið føroyskan mat heimanífrá - ja, bæði skerpikjøt, turran fisk, grind og spik, umframt rullupylsu, drýl og góðgæti.
Hon sigur, at hetta er tað reina luksus fyri tey, og tey eru sera takksom.
Keypir tú jólagávur?
- Allar jólagávurnar eru komnar í hús, og pakkar bæði úr Føroyum og Grønlandi eru komnir fram.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Tað týdningarmesta fyri meg og mannin er at kunna vera saman sum familja, og tí eru vit eisini sera takksom fyri at kunna verða saman við synunum á jólum.
Hjørdis Viberg sigur, at hin yngri sonurin er komin úr Grønlandi og hin eldri, sum býr í Norðurjútlandi, kemur eisini til Keypmannahavnar.
- So, vit gleða okkum til eini friðsæl jól, har vit kunnu njóta tað at verða saman sum familja.
Hjørdis Viberg leggur aftrat, at hetta hevur rættiiga stóran týdning fyri tey, tí tey annars búgva so langt frá hvørjum øðrum.
##med2##