Eini góð jól – fyri tey flestu

Sosialistisk Ung vilja ynskja øllum teimum, ið halda jól, eina góða og eydnuríka høgtíð. Fyri flestu familjur eru jólini ein tíð, ið boðar gleði og samanhald. Vit mugu tó ásanna, at tað eru nógvar familjur, ið ikki megna at fáa endarnar at røkka saman í gerandisdegnum. Fyri hesar familjur eru jólini ikki bert gleði.

 

Munurin millum rík og fátæk gerst serliga sjónligur, tá ein barnarødd í útvarpinum leggur upp til, at ársins jólagáva er ein telefon, ið kostar yvir 5000 krónur – hetta, samstundis sum yvir 1200 familjur hava fingið jólahjálp frá Í Menniskjum Góður Tokki hesi seinastu trý árini, tí at tær ikki hava so mikið sum ein túsundkrónuseðil at halda jól fyri. Hetta er veruligi sorgarleikurin.

 

Vegna hesar familjur og vegna allar borgarar, ið ynskja eitt betri samfelag, vilja vit enn eina ferð vísa á, at tað er neyðugt við einum fátækramarki. Vit vilja vísa á, at tað er ein vanlukka, at nógvar almannaveitingarnar, eitt nú forsorg og pensjón, ikki hækka samsvarandi prísvøkstrinum í samfelagnum. Vit eru eitt ríkt land, ja, hugsast kann, at vit eru tað landið í Evropa, sum hevur flest millióningar í mun til fólkatalið. Hóast hetta, so hevur samfelagið flutt seg tann skeiva vegin, móti sjálvsøkni og fjálgan um tey ríkastu. Fokusið er farið burtur frá, at landið skal tryggja fólkið, so eingin verður so illa fyri, at gerandisdagurin snýr seg um at yvirliva, og ikki um at liva eitt virðiligt lív. Í staðin snýr orðaskiftið seg um, hvussu landið kann forða fólki í at snýta seg til almennar veitingar – veitingar, sum ofta eru so lítlar, at tær ikki røkka til so mikið sum at leiga sær eina íbúð. Summi fingu meira í flatskattalætta, enn nógv hava at liva fyri hvønn mánað!

 

 “Eingin keta er sterkari enn veikasti liðurin” kann virka sum eitt sera materialistiskt orðatak; men tað eigur sanniliga at vera grundsúlan í okkara samfelag, at menniskjaliga góðskan av einum samfelag ikki verður máld eftir, hvussu gott tey sterkastu hava tað, men eftir, hvussu gott tey veikastu hava tað. Alt árið – og serliga á jólum.

 

Við javnaðarkvøðu,

Nevndin og limirnir í Sosialistisk Ung