Í dag hevur nýggja mentanarhúsið á Drelnesi í Suðuroy, Salt, staðið sína fyrsti veruligu roynd.
Húsið er ikki liðugt enn, tí tað eru nakrir snøklar eftir at gera. Men tað er kortini so mikið liðugt, at nú var dagurin komin, har ljóðið í konserthøllini skuldi roynast.
Og tað var gjørt við nógvum og fjølbroyttum tónleiki, har hornorkestur, musikskúlanæminar, strúkarar, gittarleikur og sangur, og Heavy Metal tónleikur, varð spældur fyri at vita, hvussu tað riggaði, og í salinum vóru so ljóðverkfrøðingur, og onnur ljófólk við mátitólum og skrásettu, hvussu tað riggaði, heilt frá teimum veikastu og bleytastu tónunum, til tað harðasta heavy metal.
Ein serlig ljóðroynd varð gjørd við at fólk stóð á pallinum og blásti luft í pappírsposar og bresti teir, og so varð alt mált og skrásett.
Fyri at gera tað so veruleikakent, sum gjørligt, var høllin fylt við áhoyrarum og í tí sambandi vórðu skúlarnir í Suðuroy og búfólkinini á eldrabýlunum í oynni, boðin við og tað vóru einu 800 fólk í øllum aldri, sum høvdu leitað sær í Salt hendan sermerkta dagin.
Nú royndirnar eru gjørdar, skulu serfrøðingarnir kanna, skrásetingarnar fyri at vita um nakrar tillagingar skulu gerast.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum í Salt í dag.