PORKERI
Í Porkeri arbeiða eini 8-10 fólk saltfisk í fyrrverandi roykivirkinum í bygdini.
Tað er vágbingurin, John Absalonsen, sum rekur virksemið, og hann eigur eisini bygningin, har saltfiskavirksemið er.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu, veit at siga, at tey, sum starvast á virkinum, hava havt rímiliga støðugt arbeiði, og hann fegnast um, at hetta virksemi er í bygdini.
Stóran týdning
- Eitt og hvørt arbeiðspláss hevur stóran týdning í eini bygd sum okkara, og tað er hugaligt, at eisini vit her í bygdini eru við til at skapa okkara útflutningsvirði.
Borgarstjórin sigur, at tað eru nøkur ár síðan, at John Absalonsen fór undir saltfiskavirksemi í Porkeri.