Eini 50 suðuroyingar fáa arbeiðsboð fyrsta dagin

Fyrsta dagin kunnu einir 50 suðuroyingar vænta sær boð um at koma til arbeiðis.

Nú er Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðinpelagic, nevniliga til reiðar at taka ímóti fyrstu lastini.

Ólavur Bjarkhamar, framleiðslustjóri, sigur, at hesar seinastu dagarnar hava teir brúkt upp á at royna maskinurnar og at fáa allan tann nógva teknikkin á virkinum at samvirka.

Nakrar stillingar hava verið, men tað hevur gingið væl,

Seinast, vit royndu maskinurnar var fríggjanáttina, og tá riggaði alt so væl, at vit eru til reiðar at taka ímóti fyrstu lastini.

Men nær hon kemur, er eitt sindur óvist enn, tí fiskiskapurin er ikki tann stóri beint nú.

- Men nú sita vit bara og bíða eftir betri fiskiskapi, so táið okkurt skipið hevur fingið upp í, eru vit eisini til reiðara at fara til verka.

Ólavur Bjarkhamar sigur, at teir fara at senda boð eftir einum 50 fólkum, tá ið fyrsta skipið kemur á Tvøroyri at avreiða.

- Ætlanin er at arbeiða alt samdøgurið, alla vikuna, tað veldst bara um fiskiskapin, sigur framleiðslustjórin.