Eini 20 bilførarar fáa nú bræv frá fútanum

Løgreglan var rættiliga úti um seg í gjár og tað gav eisini úrslit

Í gjár var løgreglan fleiri staðni runt á meginlandinum og kannaði ferðsluna. Og tað gav eisini úrslit, tí eini 20 bilførarar vórðu skrivaðir upp og í næstum fáa teir eitt bræv frá fútanum við eini rokning. Men onkrir av teimum sleppa ikki so lætt.

Eitt pláss, har løgreglan gjørdi ferðslukanningar, var í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík, og har vórðu 80 bilar kannaðir. Løgreglan sigur, at av teimum fingu teir 16 bilførarar bót fyri ymisk lógarbrot. Nøkur fólk í bilunum sótu ikki í trygdarbelti, onkur bilførari tosaði í handhildnari fartelefon, og hjá onkrum var onkur pera brostin. Men so vóru tað eisini nakrir, sum ikki høvdu skavað kava og ís so frægt av rútunum, at teir høvdu eitt nøktandi útsýni, og tað fingu teir eisini bót fyri.

Umframt hesar vóru tað eisini nakrir, sum fingu eina átalu fyri smærri viðurskifti, sum ikki vóru eftir forskriftunum.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar í Vágatunlinum, og har misti ein bilførari koyrikortið treytað, tí hann koyrdi nakað yvir 130 kilometrar um tíman. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd, annars missir hann koyrikortið heilt. Ein annar bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 110 kilometrar um tíman.

Og so hevur løgreglan eisini, enn einaferð, gjørt ferðmátingar á Glyvursvegi á Argjum. Tað er ein góður vegur, har bilførarar kunnu freistast at trýsta á spidaran, men har er bara loyvt at koyra 50. Men har fingu tríggir bilførarar bót, og tann eisini fær eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra nakað yvir 70 kilometrar um tíman.