Einglablóð

framsýning

 





Í Listaskálanum er framsýning, har Bíbliu-tekningarnar hjá Drotningini kunnu skoðast. Tekningarnar, sum eru gjørdar við tusji, eru 24 í tali.

Hóast stílfastar, kunnu tær javnmetast við poesitekningar, tað er einfaldar tekningar, sum serliga gentur gera í poesibøkur hjá hvørji aðrari. Tær eru leikandi lættar og vilja ikki verða annað.

Og so plaga genturnar at skriva uppá tvørs »lev« og »vel«. Úr hesi traditión hugsi eg, at kongaligu tekningarnar til nýggju Bíbliuna eru sprotnar.

Stuttligt er at festa seg við heitini. Myndin omanfyri nevnist »partur av Himmiríki«. At tað er ein Drotning, sum teknar og hartil ikki aftrar seg at brúka einglablóð, er ein stuttlig uppliving. Samríkja-Bíblian fær himnaríkið at tykjast nær. Og samstundis verða vit mint á, at alt kann strikast út ? við einglablóði. Med kongelig foranordning.

Tað er eisini Margreta drotning, sum hevur tikið stig til permurnar á teimum trimum ríkisbíbliunum. Tríggir ymsir krossar ímynda hvønn av teim trimum ríkispørtunum. Okkara føroyska ber Sigmundarkrossin, grønlendski krossurin er úr einum smærublaði og danski krossurin er hin sonevndi Dagmarkrossurin. Krossurin, lagdur við gulli, eyðkennir Bíbliuna hjá hvørjum landi sær.

Ymsar hava meiningarnar verið um Drotningina og hennara listarligu avrik. Tað eru tey, ið halda, at hon skal halda seg burtur frá listarligum arbeiði, tí hon tekur frá mangan svongu listafólkunum. Men lítið er at aftra seg í, at tað er hugaligt at vita sær ein ríkisovasta, sum gevur mentanina gætur. Ikki bert sum passivur áskoðari. Nei, hon megnar so sanniliga eisini at geva eitt boð uppá nýggj listarlig úttrykk. Best sást hetta í listarliga samansetta filminum um tey bæði Kaj og Gerdu í »Snedronningen« hjá H.C. Andersen. Við nútímans tøkni hevði drotningin sett saman eina sonevnda decoupage. Hugaligt at síggja, at andans evsta makt kann gerast ítøkilig og leggjast í handakraft og verk, øllum til frægd.

Framsýningin við drotningamyndunum úr samríkjabíbliuni, sum stuðlar uppundir trúarligu listaframsýningina »Passiutónar«, er opin fram til hin 18. februar.