Í gjár skrivaðu vit, at tú kanst tryggja ein Toyta Avensis fyri 850 krónur um ársfjórðingin hjá Trygd. Sami bilur kostar um 1.360 krónur at tryggja á lægsta stigi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Tryggingarfelagið Føroyar hevði fyri nøkrum vikum síðani bæði nýggju og gomlu tryggingarprísirnar fyri allar bilar liggjandi á internetinum. Tá Sosialurin gjørdi vart við stóra prísmunin, nú aldursfrádrátturin var burtur, strikaði felagið gomlu tryggingarprísirnar á netinum - tí hetta var ein feilur, søgdu teir.
Seinastu dagarnar hevur Tryggingarfelagið Føroyar heldur ikki upplýst nýggju prísirnar á heimasíðuni (www.trygging.fo).
Á Trygd siga teir, at teir eisini hava gjørt eina heimasíðu, har til ber at rokna sær sína trygging, men síðan er ikki liðug enn.
Hvør bíðar eftir hvørjum, kunnu vit spyrja, men síðani kapping kom á tryggingarøkinum kunnu vit so staðfesta, at upplýsingin um prísirnar er versnað?