Eingir trupulleikar

KÍF-VÍF 19-32 (7-13)

Talan var ikki um meistaraspæl frá meistarunum, men tað var kortini ríkiligt til at basa kollfirðingunum


 

Hondbóltur


Vestmenningar settu sunnudagin sjøtul á sítt kappingarár, tá teir á útivølli ? í Vestmanna ? vunnu ein tryggan sigur á Kollfirðingum.


Rótut

Sum skilst á lagnum, so var talan tó ikki um nakað meistaraspæl frá gullvinnarunum. Serliga í fyrra hálvleiki var dysturin rættiliga rótutur, men tað eydnaðist tó kortini vestmenningum at vinna sær eina hampuliga leiðslu áðrenn steðgin.

Munurin í steðginum var sum kunnugt seks mál, og tá so vestmenningar nýttu fyrstu løtuna av seinna hálvleiki til at skjóta fimm mál á rað, var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kollfirðingar fingu eitt sindur betri skil á, eftir at hava gjørt nýtslu av einum time-out, men nærhendis vestmenningurm komu teir ongantíð.


Týdningarmikil sigur

Fyri VÍF mundi týdningurin av úrslitinum vera nógv størri enn týdningurin av spælinum. Stigini eru jú tey, sum telja, og onkur kundi kanska borið ótta fyri, at kollfirðingar fóru at gera okkurt sprell móti meistarunum. Ikki minst tí hesir skulu til at finna sær tveir nýggjar vengir, nú bæði John Zachariasen og Martin Hummeland eru staddir uttanlanda.

Kollfirðingar megnaðu tó ikki at gera nakað stórvegis, og nú teir hava leikt tveir dystir, eiga teir framvegis fyrsta stigið tilgóðar.

Í fjør var støðan nakað líknandi, og tá var tað ikki fyrr enn í seinnu kappingarhálvu, at teir fóru at gera um seg, men tá var ov seint til at hugsa um heiðursmerki. Skal sama gongdin ikki endurtaka seg í ár, verður helst neyðugt við nøkrum stigum nakað skjótt.


Dysturin í tølum:

KÍF-VÍF 19-32 (7-13)

Málskjúttar:

KÍF: Iljan Topic 5, Regin Petersen 5, Jákup Dam 3(3), Kristian Madsen 2, Finn Heri Johannesen 2, Vagnur Johannesen 1, Durica Tomic 1

VÍF: Sámal Joensen 8, Agnar Joensen 8, Danut Negro 8(2), Ragnar Zachariasen 5, Ingi Olsen 4

Brotskøst: KÍF 5, VÍF 2

Útvísingar:KÍF 5, VÍF 8

Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen