Eingir tjóðsangir til flogbóltin

Enn eru fyrireikararnir ikki heilt lidnir í Kremasti-høllini, har føroysku flogbóltsliðini spæla

Innanduraítróttur er ikki tað, sum mest verður gjørt við á Rhodos. Og tað tykist eisini merkja umstøðurnar hjá flogbóltinum.

Fyrsti trupulleikin á ferðini var at finna høllina. Hetta bleiv tó loyst, tá liðini spældu venjingardystir fríggjamorgunin. Umstøðurnar hendan dystin vóru tó ikki av teimum bestu. Air-condition maskinurnar vóru ikki settar upp, og eftir eitt sett, setti hitin og møðin seg veruliga í føroysku spælararnar.

Leygarmorgunin riggaði hetta tó, men tá spælararnir fóru til venjing, kom máling á fleiri bóltar, tí høllin hevði fingið ein umgang kvøldið.

Tað verður tó arbeitt hart við at loysa allar trupulleikar, men heldur ikki sunnudagin var komið heilt á mál. Tónleikaanleggið var nevnliga ikki komið, og tí máttu liðini spæla, uttan at nakar tjóðsangur fyrst var at hoyra.

Hetta er tó vónandi komið í rættlag til týsdagin, tá næstu dystirnir hjá Føroyum verða spældir.

Vinna føroysku kvinnurnar sín bólk, so verða allir dystirnir fram til sjálva finaluna hjá bæði monnum og kvinnum spæld í høllini í Kremasti. Ein onnur høll er inni í býnum, men hon er mest átøk einum tjaldi við parket-gólvi.

Finalurnar í kappingini verða spældar í eini stórari høll, har kurvabóltsfinalurnar eisini verða avgreiddar.