Eingir timburmenn at hóma

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu tryggan sigur á StÍF í kvøld

 

 

Fyrsti dysturin eftir ein stóran sigur er ofta tann truplasti, men Kyndilskvinnurnar vístu í kvøld, at motivatiónin eftir at vinna meira framvegis er til staðar.

 

StÍF vitjaði hjá nýklæktu steypavinnarunum, og hóast gestirnir fylgdu hampuliga væl við, so var ongantíð nakar veruligur ivi um, at stigini skuldu verða eftir í Havn.

 

Kyndil helt seg støðugt tvey og trý mál frammanfyri, og tá orkan gekk undan hjá StÍF seinastu løtuna, setti Kyndil alt upp á pláss við nøkrum skjótum málum.

 

Anja Heinadóttir og Anna Brimnes skutu fimm mál í part fyri Kyndil. Rebekka Justinussen skeyt sjey av málunum hjá StÍF.

 

Kyndil-StÍF22-17 (12-9)