Eingir semingsmenn enn

Tað fer helst at taka einar tveir dagar, áðrenn semingsmenn eru valdi at royna semju millum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og landið. Klokkan eitt í dag fóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og fíggjarmálaráðið og kommunurnar á fund at velja semingsmenn.

Vár í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at fundurin við fíggjarmálaráðið og kommunurnar gekk bæði væl og skjótt, og hon ivast ikki í, at tað skjótt kemst til eina semju um semingsmenninar.

- Tað er meira ein spurningur um at finna fram til røttu fólkini, og ikki minst at vita, um hesi hava stundir at seta tíð av at verða semingsfólk, sigur Vár í Gong.

Tað hava ikki enn verið nøkur ítøkilig nøvn havd á lofti, men forkvinnan í Føroya Sjúkrarøktarfelag roknar ikki við, at tað verður trupult at finna fram til semingsmenn, sum báðir partar kunnu góðtaka.

- Men tað fer helst at taka einar tveir dagar, sigur Vár í Gong, sum á fyrsta sinni er við til lønarsamráðingar við tað almenna.