Eingir politiskir fangar eftir í Myanmar

Myndugleikarnir í Myanmar hava boðað frá, at teir hava latið 514 fangar leysar, og at 424 teirra hava sitið í fongsli av politiskum ávum.

Talsmaðurin hjá andstøðuflokkinum NLD, Naing Naing, sigur, at við hesum eru helst eingir politiskir fangar eftir í fongslunum í Myanmar

Politiskir eygleiðarar siga, at tað er neyvan av tilvild, at teir politisku fangarnir sleppa út nú, tí um nakrar dagar skal forsetin í Myanmar, Thein Sein, til New York at halda røðu á ST-aðslfundinum. Hetta verður hansara fyrsta røða í ST, síðani hann tók við sum forseti.

Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, verður í USA um sama mundið. Hon skal millum annað taka ímóti einum heiðurstekini frá Kongesssini í Washington, og so skal hon eisini hitta Barack Obama, forseta.