Eingir pengar til Saab

Svenska bilaverksmiðjan Saab fær einki lán frá svensku stjórnini. Tað sigur Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri. Koenigsegg Group hevur gjørt av at keypa Saab frá General Motors, men keypið er treytað av, at svenska stjórnin veðheldur fyri fyri einum stórum parti av fíggingini, og at seljarin skal fíggja ein part.

Fredrik Reinfeldt sigur við svenskar fjølmiðlar, at um Koenigsegg Group ætlar at fáa sersømdir fram um onnur privat feløg í landinum, so verður tann ætlanin av ongum.

Tað sama sigur búskaparmálaráðharrin, Maud Olofsson.