Eingir pengar í línuflotanum

Hóast talið av skipum er lækkað, samlaða veiðan er økt, og meðalprísurin fyri hvørt kilo av fiski er hækkaður, so hongur tað ikki saman fíggjarliga hjá føroyska línuflotanum.

Grannskoðarafyritøkan, Numo, hevur gjørt eina greinan av føroyska línuflotanum, og hendan vísir greið krepputekin. Hóast omanfyri nevndu faktorar spæla við, tá 2012 verður sammett við 2011, so er talan um negativt EBITDA hjá línuflotanum. EBITDA er úrslitið fyri avskrivingar, rentur og skatt, og er hetta tí tann peningastreymur, sum ein fyritøka hevur til rindan av rentum og avdráttum, men í verandi líki er hetta tal negativt.

Samstundis eru bæði gjaldføri og soliditetur sera lág fyri føroyska línuflotan, og tí er greitt, at munagóð tiltøk skulu setast í verk, um hesum partinum av flotanum skal vera lív lagað.