Eingir pengar í at taka alt til lands

Ein av ætlaðu broytingunum innan fiskivinnunýskipan er, at alt skal í land, so tað kann virkast og virðisøkjast á landi.

 

Tað hevur leingi verið kjakast aftur og fram um hvussu er besti framferðarháttar, men enn tykist eingin semja at finnast, ið kortleggur ein góðan og kláran leist.

 

Fiskimannafelagið hevði evnið uppi á landsfundi hósdagin. Teir siga, at tað manglar ikki vilji frá fiskimonnum at taka alt í land. Trupulleikin er á landi, siga teir.

 

- Tað er knossut og eitt stríð at taka til dømis livur, uttan at fáa eina krónu fyri tað, tí viðurskiftir á landi eru so óskipað, sigur Fiskimannafelagið í frágreiðing.

 

Eisin er innvølur komin til lands, men úrslitið er tað sama. Tað fæst ikki ein króna fyri tað og tað verður bara burturbeint tá tað kemur til lands.

 

-Fiskimenn hava ikki nógva frítíð umborð. Teir hava ein langan arbeiðsdag og ikki somu avlopstíð sum nógvir aðrir starvsbólkar. Tá so eyka tíð og orka skal brúkast til at hála alt møguligt til lands, bara fyri at verða burturbeint, loypir ketan av, skrivar Fiskimannafelagið.