Eingir pengar at spara í Oljumálaráðnum

-Tað hevði verið eitt ótrúliga skeivt signal at givið feløgunum, sum eru komin higar at leita eftir olju, um vit fóru at skerja játtina til Oljumálaráðið heldur Eyðun Elttør, sum tó viðgongur, at virksemi verður rættiliga avmarkað næstu árini

Fíggjarlóg og sparing

Nú fíggjarlógin er til viðgerðar í teimum ymsu løgtingsnevndunum og tosað hevur verið um sparingar er náttúrligt at spyrja tey ymsu landsstýrisráðini, um og hvar tey síggja møguleikar at spara. Eitt av teimum nýggjastu ráðunum er Oljumálaráðið. Enn er eingin lønandi oljukelda funnin og verður lítið virksemi á Føroyaøkinum komandi tvey árini. Sær landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør nakran møguleika fyri at spara á játtanini til Oljumálaráðið, sum fyri næsta ár er sett til umleið 30 mill. kr.

Eyðun Elttør viðgongur, at lítið virksemi verður á Føroyaøkinum næsta ár, men kortini heldur hann ikki, at hetta er rætta løtan at spara. -Nettupp í hesum døgum, har vit hava boðið út og tað framvegis eru fleiri nýggjar boringar og vit eisini skulu til at hugsa um eitt nýtt umfar, hevði tað verið eitt sera ringt tekin at latið oljufeløgunum, at man niðurprioriteraði Oljumálaráðið og tess arbeiði.

-Tað eiga vit avgjørt ikki at gera. Eru tað ikki vit, sum hava vónir til at olja og gass kann verða funnið, so stendur illa til. Nú hava vit fingið oljufeløg at vísa okkara øki áhuga og bjóða seg fram og mugu vit bara vóna, at tey framhaldandi fara at vera her.

Fólkini í Oljumálaráðnum hava nokk at gera. Kemur framleiðsla um ikki so langa tíð, tá er so sanniliga brúk fyri at smíða nýggjar lóggávur. Aftrat hesum hevur ráðið eisini umhvørvi og útjaðaran sum part av sínum málsøki. So arbeiði er til allar hendur í Oljumálaráðnum vísir landsstýrismaðurin á.

Eyðun Elttør sigur, at tá fíggjarlógin varð løgd til rættis varð avgjørt at halda seg til somu upphædd sum í fjør og tað, sum er hækkað, stavar frá nýggjum økjum, sum ráðið tekur sær av so sum kolagrevstur, skógarrøkt etc.