Eingir Oyggjaleikir fyrr enn í 2023

Øll skipanin er forskotin

Nevndin í Oyggjaleikum boðaðu fyri løtu síðani frá, at Oyggjaleikir komandi ár eru útsettir heili tvey ár - til 2023.

– Næstu NatWest International Island Games vera á Guernsey á sumri í 2023. Orsøkirnar til hetta eru mangar, men tað mest týdningarmikla er væferðin hjá íðkarum okkara og okkara oyggjasamfeløgum, segði Jørgen Pettersson, formaður í nevndini fyri Oyggjaleikir.

Allir limafelagsskapir eru hoyrdir í avgerðini, segði Jørgen Pettersson, sum altso staðfesti, at Oyggjaleikir eru útsettir tvey ár.

Hetta merkir, at ætlanirnar fyri komandi árini eru forskotnar tvey ár, og Oyggjaleikir verða sostatt hesir komandi árini:

Orkney í 2025

Ynes Mon í 2027

Isle of Man liggur í stoypiskeiðini fyri 2029