Eingir jøklar um 200 ár

Veðurlagsbroytingarnar fara at gera, at jøklarnir fara at hvørva tey næstu 200 árini, og av somu orsøk fara heimshøvini at hækka. Tað kom fram á einari ráðstevnu á Háskóla Íslands í Reykjavík um vikuskiftið.

Á raðstevnuni vóru 15 fyrilestrar, har serfrøðingar søgdu sína hugsan um støðuna hjá jøklunum á norðaru og á syðru jarðarhálvu. Nakrir íslendingar vóru millum fyrilestrahaldararnar, og teirra fyrilestrar snúðu seg serliga um, hvørja ávirkan eldgos hava á jøklar, skrivar Morgunblaðið.

Íslendski jøklaserfrøðingurin Helgi Björnsson (myndin) sigur við blaðið, at jøklarnir í Íslandi og Skandivavia fara at hvørva innan 200 ár, men at jøklarnir á Svalbard, í Grønlandi og á Antarktis fara at halda eitt sindur longri.