Av politistøðini frætta vit, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt.
? Vánaliga veðrið hevur sjálvandi dempað góða lagið nakað, tí tað var ikki veður at ganga úti og mala. Fólk sótu inni á ymsu skeinkistøðunum og hugnaðu sær í frið, greiðir vakthavandi frá.
Fleiri av skeinkistøðunum høvdu frammanundan søkt um at hava opið longri enn vanligt. Tí var eisini harður tónleikur spældur longri, enn fólk í Havn eru von við eitt gerandiskvøld.
? Vit fingu onkrar klagur um ov harðan tónleik, frá misnøgdum grannum, men skeinkistøðini høvdu loyvini í lagi, so tað gjørdist ikki við, sigur vakthavandi.
Fyribyrging
Í allan gjár sóust herlið av væl útgjørdum løgreglumonnum ganga runt í Havnini. Spurdur, um teir væntaðu sær nakran ófrið svarar vakthavandi , at tað gjørdu teir ikki.
? At vit vístu okkum í býnum var bert til fyribyrging. Tá fólk allatíðina síggja løgregluna, so hugsa tey eitt sindur meiri um at skikka sær pent. Tað eru rættiliga stong krøv um trygdina til slíkar altjóða dystir, og írar eru jú kendir fyri at vera rættiliga »engageraðir«, tá tað kemur til fótbóltin. So tað var mest til fyribyrging, at vit gingu so mannsterkir í Havnini, greiðir vakthavandi frá.
Hann sigur víðari, at tey flogførini, sum ikki fingu lent í gjár, allarhelst hava havt teir villastu áskoðararnar umborð.
? Tey, sum komu til Føroyar í góðari tíð, vóru serliga eldri fólk og familjur, sum komu fyri túrins skyld. Og tey vóru sera friðarlig og fitt at práta við, staðfestir vakthavandi.
Hann væntar sær ikki nakran ófrið í dag, hóast fleiri teirra ikki sleppa av landinum aftur.
? Tey, sum skulu avstað í dag, eru farin vestur at bíða, so tað verður neyvan nakar trupulleiki av teimum í dag, sigur vakthavandi at enda.