Eingir hermenn til Irak

Týskland fer ikki at senda hermenn til Irak at hjálpa amerikanarum og bretum. Tað sigur uttanríkisráðharrin, Joschka Fischer.

Fioscher, sum var á vitjan í Finnlandi um vikuskiftið, segði í Helsingfors, at tað áliggur amerikanarum og bretum at tryggja frið í Irak, tí tað eru teir, sum hava hersett landið. Hann vísti á, at týska stjórnin bardist sum úlvur á skóg fyri, at ST skuldi standa fyri arbeiðinum at endurreisa Irak, men at USA segði nei. Tí hava teir og bretar ábyrgdina nú, segði Joschka Fischer.

Finnland fer heldur ikki at senda hermenn til Irak. Uttanríkisráðharrin, Erkki Tuomioja, segði aftan á samráðingarnar við Fischer, at Finnland hevur somu støðu til Týskland. USA og Bretland hava ábyrgdina av viðurskiftunum í Irak. Fær finska stjórnin harafturímóti eina áheitan frá ST at senda hermenn til Irak, fer stjórnin at umhugsa tað, segði hann.