Harðskapurin í Darfur heldur fram, og teir fyrstu ST-hermenninir koma ikka hagar fyrr enn næsta ár. Sudanska stjórnin hevur sýtt fyri at lata ST senda hermenn til landspartin Darfur, men roknað verður við, at Sudan fer at slaka á einum fundi, sum verður í næstu viku.
Kortini er tað greitt, at teir fyrstu ST-hermenninir koma ikki til Darfur fyrr enn eina ferð næsta ár, sigur ein talsmaður hjá ST við AP.
Tey seinastu fýra árini hava tey svørtu í Darfur verið fyri ógvusligum ágangi, sum hevur kravt meiri enn 200.000 mannalív og rikið meiri enn tvær milliónir fólk frá húsi og heimi.










